Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.03.2025 10:50

Rúni Rasmussen er nú málverjuvenjari hjá Skála Betri Kvinnum

Skála Ítróttarfelag skrivar:

Vit fegnast um at kunna kunngerða, at Rúni Rasmussen er settur sum málverjuvenjari hjá Skála ÍF Betri Kvinnum.

Rúni er 45 ára gamal og hevur í síni tíð staðið í mál hjá HB. Rúni er eisini kendur úr hondbóltsheiminum har hann hevur sitið í fleiri ár, sum formaður hjá Stíf. Vit gleðast um, at hava fingið Rúna við í venjaratoymi við sínum málmansroyndum, nú hann burturav fer at venja okkara málverjar.