Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.02.2025 11:35

2. Steypakapping fyri fyrstu ferð í Klaksvík

Føroya Fimleikafelag

So er aftur við at vera klárt! Onnur steypakapping í estetiskum fimleiki verður í Badmintonhøllini í Klaksvík komandi leygardag, 22. februar. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein estetisk fimleikakapping verður í Klaksvík í samstarvi við Klaksvíkar Fimleikafelag, og Klaksvíkar Fimleikafelag hevur við hesum gjørt tað møguligt hjá okkum at hýsa trimum steypakappingum í ár. Hetta gleðast vit stórliga um.

21 lið eru tilmeldað kappingina, og afturat teimum kemur eitt fyrireikingarlið hjá Klaksvíkar Fimleikafelag at framføra sum gestalið.

Kappingin byrjar kl. 12.45 við innmarsj og verður væntandi liðug umleið kl. 16.00.

Í alt koma 5 pinkulið, 7 smágentulið, 5 gentulið, 1 unglingalið, 2 kvinnulið og eitt kvinnulið í short program at kappast og tey koma úr hesum feløgum:

  • Fimleikafelagið Ljósið
  • Havnar Fimleikafelag
  • Fimleikafelagið Støkk
  • Klaksvíkar Fimleikafelag

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar (inngongd sunnanfyri ímóti Skálanum). Prísurin er:

  • Vaksin: 120 kr
  • Børn: 60 kr
  • Børn 0-2 ár: Ókeypis

Klaksvíkar Fimleikafelag samskipar kappingina, og smásøla verður til frama fyri felagið.

Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo.

Vit eru sera spent at síggja tykkum til aðru steypakapping, fyri fyrstu ferð í Klaksvík!