Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.05.2024 11:25

2.viðgerð av “Gongd í Haga” í løgtinginum í dag

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Nógv umrødda málið um Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) ella betur kent sum “Gongd í haga” kemur fyri í løgtinginum í dag.

Málið er á skrá sum tingmál nummar 9. Hetta er 2. viðgerð, eftir at 1. viðgerð gjørdist bæði drúgv og minnulig tá hon var hildin tann 19. mars í ár.

Bóndafelag Føroya var úti við einum skrivið í gjár har tey fýltist á nýggjastu semjuna sum nú er gjørd. Í skrivinum siga tey soleiðis: “Semjan millum samgonguna og Sambandsflokkin hevur togað ferðavinnuuppskotið hjá Høgna Hoydal tann rætta vegin, men málið er langtífrá komið á beint.”

Meðan Ferðavinnufelagið fyri løtu síðani hevur sent út skriva, har tey siga soleiðis: “Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur.”

Sum Eysturoyarportalurin skilir, so verða umboð fyri bøndurnar aftur til staðar í løgtinginum í dag, tá ið málið kemur fyri.