Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.02.2025 12:11

250 starvsfólk hjá Roðanum, Nánd og Norðoya bú,- og heimatænastu til undirvísing í MySkills

Roðin

Í gjár var stórur undirvísingardagur í Víkingahúsinum, har 250 starvsfólk luttóku í skeiði um MySkills – ein nýggj skipan, hvørs endamál er at skapa eitt betri yvirlit yvir førleikarnar hjá starvsfólkunum, soleiðis at eldraøkini  kunnu tryggja, at røttu fólkini eru á rætta stað, og at fakliga støðið í okkara tænastum verður styrkt. Skipanin fer eisini at gera innleiðslu av nýggjum starvsfólkum meira skipaða og greiða, umframt at sjónliggera, hvørji starvsfólk hava ávísar uppgávur og ábyrgd.

Undirvísingin gav starvsfólkunum møguleika at seta seg inn í nýggju skipanina og síggja, hvussu hon kann nýtast í dagliga arbeiðnum. Vit eru sera fegin um góðu luttøkuna og eru spent at nýta MySkills til fulnar í okkara arbeiði.

Spjaldur