Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2025 09:05

260 næmingar vitja Kambsdali

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Hesa vikuna hava 260 næmingar úr Norstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjunum vitjað á Kambsdali. Hetta er árliga vitjanin hjá øllum 9. floks næmingunum í økinum. Myndir frá vitjanini síggjast her.

“Endamálið við vitjanunum er, at næmingarnir fáa eina fatan av, hvørjir møguleikar eru á Kambsdali, og hvussu gerandisdagurin er her. Bæði í skúlastovuni og í skúlaumhvørvinum annars. Dagurin er skipaður við felagskunning, breytaverkstovum og næmingaframførslum,” sigur Maria Gregersen, lestrarvegleiðari.

At fólkaskúlanæmingar vitja á Kambsdali hevur verið fastur táttur í eini 25 ár. Fyrr vóru tað 10. floks næmingar, men fyri nøkrum árum bleiv hetta broytt til 9. flokk, so øll hava møguleika at fáa somu kunning. Eisini tey, sum velja at fara úr 9. flokki á eftir-, ítróttarskúla o.l..

“Bæði næmingum og lærarum dáma væl hesar vitjanirnar. Tað er umráðandi, at tey longu nú byrja at kunna seg um møguleikarnar, tey hava. Eisini eru týdningarmikið, at tey byrja at hugsa um, hvat skal henda eftir fólkaskúlan. Tey fara í 10. flokk, og tá fáa tey sjálvandi neyvari kunning, men at tey hava vitja skúlarnar frammanundan er avgjørt ein fyrimunur,” sigur Magna Magnusdóttir, skúlavegleiðari í Fuglafjarðar skúla.

Næmingarnir møta fyrst til felagskunning í Auluni og síðani royna tey fýra verkstovur. Eina fyri hvørja av breytunum, tey kunnu søkja. Hesar eru hug-, náttúru-, búskaparbreyt og FHS. At enda savnast øll í Auluni, har næmingar á Kambsdali framføra tónleika og film.

“Dagurin er fjølbroyttur og næmingarnir eru spentir til hesa vitjanina. Serliga verkstovurnar geva næmingunum nógv. Tá fáa tey eina veruliga mynd av skúlagongdini og ymisku breytunum,” sigur Rannvá Hansen, lærari í Fuglafjarðar skúla.