Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2025 08:53

3 steypakapping í estetiskum fimleiki verður í Bylgjuni í dag

Mynd: Støkk

Fimleikafelagið Støkk skrivar á heimasíðu síni:

Í dag verður 3. steypakapping í estetiskum fimleiki hildin í Bylgjuni í Runavík. Kappingin verður í tveimum – kappingin byrjar við innmarsj kl. 12:45 og beint eftir tað kappast kvinnur short prg., pinkur og smágentur. Kappingin hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum byrjar kl. 15:00.

Úr Støkk fara 6 lið til kapping, 2 pinkulið, 2 smágentulið, 1 gentulið og 1 kvinnulið í short prg. Harumframt fer fyrireikingarliðið pinkur Prima eisini at vísa fram.

Parkeringsviðurskiftini runt Bylgjuna eru sera avmarkað í løtuni, og tí vísa vit til parkeringsplássini við Skúlan við Løkin og við Skótahúsið.

Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo

Spjaldur