Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2024 07:32

75 ára minningarløta

Minningarløta

Í góðveðrinum í dag varð minngarløta hildin í kirkjuni og við hin ”stóra krossin” i kirkjugarðinum. 

Hesin krossur er reistur til minnis um tey, ið fórust á sjógvi og landi.

Í dag var talan um eitt 75 ára minngarhald.

21. september í 1949 hendi ein sorgarleikur skamt fra Kuummiut í Eysturgrønlandi

Maskinbáturin, ”M/b MIKI” var fyri tí vanlagnu at vera ov nær einum ísfjalli. Ísfjallið ”kálvaði” og báturin holvdist. 

10 persónar druknaðu –  5 kvinnur og 5 børn.

Eftir Gudstænastuna varð farið á kirkjugarðin, har kirkjukórið sang tveir sangir, kataketurin (deknurin) hevði eina bøn og las navnið á teim 10, ið lótu lív hendan feigdardag í 1949. 

Síðan var kransur hongdur upp á tann stóra krossin – og tøgn í eina løtu.

Ein grípandi løta, frættist úr Kuummiut.