Sjóvar kommuna
Nógv virksemi er í og runt um nýggja bygningin, ið kommunan letur byggja uppí verandi frítíðarstovu.
Tá vit í dag vóru við myndatólinum, vóru fólk frá Kone og settu elevator upp, umframt fleiri handverkarar, sum gjørdu ymiskar uppgávur inni í bygninginum. Tað er HVT sum stendur fyri byggingini.
Uttanfyri bleiv eisini hampa um við maskinum.
Eftir ætlan skal bygningin takast í nýtslu eftir summarfrítíðina.























