Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2023 16:14

Fráfaringarsamkoma fyri Sverra Kass

Sjóvar kommuna

Fríggjadagin 16. juni var fráfaringarsamkoma fyri læraranum Sverra Kass. 

Eftir 30 ár sum lærari í Stranda skúla, umframt 4 ár, har hann hevur roynt ymiskt annað, hevur hann nú valt at gevast sum lærari. 

Sverri bleiv útlærdur lærari í 1989, og byrjaði tá sum lærari í Stranda skúla. 

Sjóvar kommuna takkar Sverra hjartaliga fyri tíðina, hann hevur undirvíst, og alt tað góða hann hevur lagt í børnini í skúlanum.

Honum verður ynskt blíðan byr víðari á lívsleiðini.

Myndirnar eru læntar frá Sjóvar skúla