Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2023 17:31

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava landa til Varðin Pelagic

Mynd: Finnur Fríði (savnsmynd) Eysturoyarportalurin

Finnur Fríði, sum hevur roynt norðanfyri Føroyar, er komin á Tvøroyri við gott 500 tons av makreli, sum alt verður landað til Varðan Pelagic.

Eisini Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt norðanfyri, hevur landað gott 425 tons av makrel til Varðan Pelagic. Tróndur í Gøtu er longu farin aftur til fiskiskap norðanfyri.