Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2023 08:44

Hólmarnir á Toftavatni

Eftir Janus Jensen

Á Toftavatni eru fýra sera ásýniligir hólmar, tríggir á Ytravatni og ein á Innaravatni. Tríggir av hólmunum eru laðaðir upp av fólki, meðan tann fjórði, Steinhólmur, hevur sítt skap frá náttúrunar hond. Á Ytravatni er Presthólmur syðstur, síðan koma Steinhólmur og Ríshólmur. Á Innaravatni er bert tann eini hólmurin, mær vitandi verður hann bert nevndur Hólmurin á Innaravatni.

Teir tríggir manngjørdu hólmarnir hava sína serligu søgu. Í bók síni Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782 skrivar Jens Chr. Svabo soleiðis (s. 9):

Hr Andreas Diurhuus, Præst på Østerøen, har udmærket sig med sine bestræbelser for Ederfuglens fred og derved givet sine Landsmænd et smukt Exsempel. Han har for meer end 10 Aar siden bygt en Holm for Ederfuglen i den nær ved hans Præstegaard liggende, færøske Søe, Tofta – Vatn kaldet. Holmen har en liden Forhøjning mod V., imod O. derimod er den lavere. Den er derfor en Efterligning i Mignatur af de Færøiske Øer.

Andreas Djurhuus var sóknarprestur á Nesi 1775 – 1814 og próstur 1783 – 1814, og hólmurin, sum Svabo sipar til omanfyri, er Presthólmur. Um orsøkina til at presturin á Nesi fór undir at byggja ein hólm á vatninum skrivar Svabo, at smbrt. Jagtforordningerne og Kammerbefalingen af 1778 var ikki loyvt at skjóta æðu. Men hóast hetta, so hildu menn seg ikki aftur í so máta. Tí var hólmurin hugsaður sum eitt friðskjól hjá æðuni. Hinvegin var spurningurin um at friða æðuna ivaleyst fyrst og fremst ein spurningur um at fáa nóg mikið av æðudúni. Æðudún var virðismikil vøra tá á døgum. Bøndurnir savnaðu æðudún, bæði til egna nýtslu og til nýtslu sum umbýtisvøra. Hóast æðudún ikki var selt í handlinum, kundi tað býtast um við aðra virðismikla vøru.

Í partinum Om Skov og Træplantning í somu bók skrivar Svabo soleiðis ( s. 132):

I 1752 har Provst Diurhuus taget nogle af disse Piile-Planter fra Strendur, og sat dem i sin Have, hvor han havde en liden Alle deraf.-1759 satte han nogle af disse Pile på en Holm i den nærved liggende Søe Toftavand, som og kom sig nogenledes, men vare krumme, smalle og korte. Hans søn og efterfølger har og plantet nogle på sin, i samme Vand anlagde, Holm, der og have kommet sig.

Hesin Provst Diurhuus er Christen Jensen Djurhuus, sóknarprestur á Nesi 1742 – 1775 og próstur 1758 – 1775. Christen Jensen Djrhuus var faðir omanfyri nevnda Andreas Djurhuus, og hólmurin, sum her er umrøddur, er Ríshólmur. Smbrt. Svabo kom pílurin (pálmapílur) til Føroya við Ole Larvesen, sýslumanni í Eysturoynni, sum hevði verið í Bergen í 1660. Ole Larvesen gróðursetti pílin á Strondum, og haðani hevur m.a. Christen Djurhuus fingið pílin, sum síðan var gróðursettur bæði á Ríshólmi og á Presthólmi. Seinni kanningar hava tó víst, at pálmapílurin, sum eisini finst aðrastaðni í landinum, er upprunaligur føroyskur trævøkstur. Tá Jógvan I. Olsen og Jónsvein Mikkelsen fyri u. 15 – 20 árum síðani fóru undir at laða hólmarnar á Toftavatni uppaftur, funnu teir bert ein lítlan bøkk við pílavøkstri á Ríshólmi. Á Presthólmi var einki at síggja til hetta.

Hólmurin á Innaravatni hevur eisini sína serligu søgu. Í 1777 gjørdist Christian Pedersen, sum var ættaður úr Lamba, bóndi á Heygsgarði Inni. Tá hann festi garðin fekk hann tríggjar treytir ( Bygdasøga. Nes, Toftir, Saltnes, 2017). Í fyrsta lagi skuldi hann veiða og salta millum 5 og 8 tunnur av sild um árið at selja til einahandilin, í øðrum lagi skuldi hann vera eitt gott fyridømi fyri ognararnar í haganum við at velta og leggja bø inn av haga, og í triðja lagi skuldi hann gera ein hólm á Toftavatni til friðskjól fyri æðuna. Men hesin Christian gjørdist ikki gamal í bóndastarvinum, hann doyði longu í 1779. Bóndakonan giftist uppaftur við Daniel Bærentsen av Sundi, og tað er tann ættin, sum situr á garðinum Inni á Regni í dag.

Tá ið Jógvan I. og Jónsvein, sum nevnt omanfyri, fóru í holt við at laða hólmarnar uppaftur, var hólmurin á Innaravatni mestsum burtur. Tað sást tó týðiliga, at har hevði eitt ávíst arbeiðið verið gjørt fyrr. Niðurstøða teirra var tí, at tað mest sannlíka hevur verið, at lambamaðurin, sum bert sat við garðinum í tvey ár, ikki hevur fingið stundir at gera arbeiðið liðugt. Í dag er snøggi hólmurin eitt prýði fyri vatnið.

Sum tað sæst omanfyri, so hevur Toftavatn og økið kring vatnið altíð havt ein serliga týdning fyri fólkið her um leiðir, og stórur dentur hevur verið lagdur á at fara væl um náttúruna, bæði í sambandi við arbeiði í haganum og í aðrar mátar. Eg havi omanfyri tikið fram nøkur av teimum fólkunum, sum hava havt týðandi leiklutir í arbeiðinum við at byggja og endurbyggja nakrar av vøkru hólmunum, sum eru á vatninum. Umframt Jógvan Ingvard Olsen og Jónsvein Mikkelsen, sum í nýggjari tíð hava gjørt eitt megnar arbeiði við at laða tríggjar av hólmunum uppaftur, so veit eg eisini, at onnur fólk hava givið sítt virðismikla íkast til hetta arbeiðið. Eg kann t.d. nevna, at einaferð í 1950´unum vóru skúlabørn á Toftum undir leiðslu av Ólavi Hátún, lærara, partur av einum átaki at bøta um Presthólm.