Rupert Christopher Soames, soleiðis eitur abbasonurin. Rupert er sonur Mary Churchill og Christopher Soames. Hann hevur lisið politikk, heimsspeki og búskap á Eton og í Oxford, og í mun til fleiri í familjuni valdi hann ikki at gerast politikari, á sama hátt sum m.a. abbin, ið man vera tað nærmasta vit koma eini politiskari heimsstjørnu. Soleiðis sigur Tórbjørn Jacobsen á Facebook vanganum hjá sær.
Tað er eisini Tórbjørn Jacobsen, sum hevur verið ferðaleiðari hesar dagarnar Rupert hevur verið í Føroyum, har teir hava vitja ymsastaðni kring landið.
Tórbjørn Jacobsen eigar myndirnar.








