Í góðveðrinum dag var farið á fjall í ognarhaganum Fyri Uttan Hús í Syðrugøtu, tá ið royting var á skránni. Hagin hevur 200 áseyðir og er 5 merkur.
Stuttligt var at síggja, hvussu hugagóð og røsk tey ungu vóru at reka og royta, meðan tað eldra ættarliðið legði lag á.
Eysturoyarportalurin tók myndirnar.




















































































