Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2023 21:07

Geytin úr Eysturkommunu vann 5 MF dreingir – Fyrsta FM heitið er í eygsjón

Mynd: Heidi Jógvansdóttir Thomsen

Geytin, 5-mannafør dreingir, úr Eysturkommunu vann í dag róðurin á Skálafjarðarstevnuni.

Við sigrinum í dag, er nýggja róðrarfelagið úr Eysturkommunu, sum var stovnað í 2017, við í stríðnum um at vinna sítt fyrsta FM.

Nú undan tveimum teimum seinastu róðrunum er bert eitt stig á muni millum Geytan (32 stig) og Sævarmoy (33 stig) úr Klaksvík, ið eru ávíkavist næstfremst og fremst í FM kappingini.

Eftir sigurin í dag var so rekkjukoyring á skránni, tá ið koyrt var gjøgnum bygdirnar í Eysturkommunu.