Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt norðanfyri Føroyar kom á Tvøroyri í gjár við gott 720 tons av makreli.
Og Gøtunes er nú áveg á Tvøroyri, har ter væntast at verða seinni í dag. Teir hava roynt vestur ímóti íslendska markinum og hava gott 750 tons av makreli, sum eisini verður landað til Varðin Pelagic.