Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.07.2023 16:14

Endurvinningarbingja til glas

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna ynskir at vera so umhvørvisvinarlig sum gjørligt, og gera tað lættari hjá borgarunum at kunna lata lutir til endurvinningar.

Nú er ikki longur neyðugt at koyra til ruskplássi á Hulki fyri at koyra glas til endurvinningar. Kommunan hevur nú fingið sær endurvinningarbingju til glas.

Bingjan stendur við garaguna hjá Georg í Strandatúni/ Mýrubrekku.

Her kunnu øll koma við tómum glaskrukkum, glasfløskum, drekkigløsum og glasvasum, sum ein ikki brúkar longur.

Bæði klárt og litað glas kann latast í. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt.

Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu.

Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli 

Tað er tó ikki alt sum kann endurvinnast. So sum, steintoy t.d koppar og krúss, leirvørur, grýtulok úr glasi, ljósperur, spegl, vindeygagløs.

Hetta skal koyrast til ruskøkið á Hulki.

Tað er tó frammvegis møguligt at lata glas í endurvinningarbingjuna á ruskplássinum á Hulki.

Vónandi taka borgararnir væl undir við hesum.