Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.07.2023 00:59

Feiraðu fyrsta FM-heitið hjá felagnum

Fyrsta FM-heitið hjá kappróðrarfelagnum Tindi gjørdist veruleiki í gjár, tá ið báturin Geytin hjá 5 MF dreingjum 14-16 vann ólavsøkuróðurin, í harðari og tættari kapping við Sævarmoy úr Klaksvík, og harvið eisini FM-heitið, eftir at bátarnir høvdu verið púra javnir í stigum undan síðsta róðrinum.

Og hetta var eisini feira í Eysturkommunu í gjárskvøldið, tá ið bátarnir hjá felagnum við manning, saman við sløkkiliðsbili og hópin av persónbilum, koyrdu rekkjukoyring runt bygdirnar í kommununi og endaðu við móttøku í neystinum hjá felagnum á kaiøkinum í Norðragøtu, har borgarstjórin, Per Martin Gregersen segði nøkur orð, og stórsligið fýrverk var sent fyri ungu garpunum.

Eysturoyarportalurn fekk eisini orðið á formannin í kappróðrarfelagnum Tindi, John Høgnesen, sum er staddur uttanlands. Og sum vera man, var hann ein glaður maður. “Hetta er ótrúligt. Eg havi ikki orð fyri tí. Hetta er søga, sum nú er skrivað í okkara unga felagið. Vónandi er hetta bara byrjanin. Vit eru øll so sera stolt av okkara ungu dreingjum í dag”.

Eisini vann Geytin Kolturssteypið, sum verður latið fyri vakrasta róðurin á ólavsøku. 

Myndir og video: Heidi J. Thomsen