Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.08.2023 09:56

Russiskur trolari bað um hjálp

Mynd: Troalrin Ostankino (Marine Traffic)

Í gjár fekk MRCC boð um, at russiski trolarin Ostankino, sum plagdi at verða í Føroyum í 2020 og 2021, hevði brúk fyri hjálp, tí ein av manningini umborð hevði brúk fyri at koma undir læknahond.

Men av tí at trolarin, sum tá var staddur heili 500 fj. í ein landnyring úr Føroyum, var so langt úr landi vóru boð send til bjargingartænastuna í Bodø, sum so tók yvir. Ein norsk bjargingartyrla var send avstað, og fleyg út á 200 fj. og setti seg á ein oljuboripall, og bíðaði so eftir at trolarin skuldi nærkast, so at maðurin kundi takast upp og flúgvast inn á meginlandið.

Sum skilst, so vóru boðini av fyrstan tíð send til Faroe Ship, sum er russiskt umboð her í Føroyum, og síðani fekk MRCC boðini, sum so vendi sær víðari til Norra og bjargingartænastuna har.