Í dystinum í gjár, á Tórsvølli millum B36 og HNK Rijeka, tá ið støðan var 1-0 til B36, dømdi finski dómarin eitt sera ivasamt brotsspark til HNK Rijeka. Tað var, tá ið bólturin var skotin uppí hondina hjá einum B36´ara, hóast tað sást sera væl kring allan Tórsvøll og í sjónvarpinum, at hendingin var væl uttanfyri brotssteigin.
Útiliði takkaði fyri “gávuna” og javnaði til 1-1. Dysturin endaði 3-1 til útiliði HNK Rijeka av Balkan.
Eftir dystin var fyrrverandi B36 formaðurin, Jákup Mørk, úti við rívuni, tá hann av Televarpinum var spurdur um dystin. –Satt at siga vóni eg, at bæði henda avgerðin og fleiri aðrar í seinna hálvleiki stóðust av, at dómarin var so lítið dugnaligur. Eg vóni sanniliga, at tað ikki var okkurt annað, sum búði undir, segði hann við vertin Tróndur Arge. Og mistonkti hann harvið finska dómarin fyri “matchfixing”. Eisini var hann sera ónøgdur við fleiri av dømingunum hjá dómarinum í dystinum.
Men tað sum fyrrvernandi B36 formaðurin og onnur í B36 kanska lukkuliga hava gloymt, er brotssparkið, sum B36 “fekk” móti Víkingi afturi í 2011. Nakað sum til endans møguliga kostaði Víkingi luttøku í Evropa League tað árið og harvið eisini eina stóra peninga upphædd.
Sí her, tá ið brotsspark verður dømt til B36, eftir at brotið er framt langt uttanfyri sjálvan brotsteigin.