Fult umfar var í kvøld í norsku næstbestu deildini – eisini kallað OBOS-ligaen.
Fyrrverandi Víkingaleikarin, Noah Mneney, sum nú umboðar Bryne FK, var í kvøld, saman við liðið sínum við til, at vinna trý umráðandi stig í stríðnum at bjarga sær sætið í deildini.
Noah Mneney byrjaði á bonkinum, tá heimaliðið vann 3-1 á Moss FK. Hann var innskiftur tá ið 76 minuttir vóru leiktir. Støðan var tá 2-0.
Sigurin ber við sær, at Bryne FK nú er á 12. plássið við 25 stigum. 8 stig frá 15. plássið, sum førur við sær beinleiðis niðurflyting.
Komandi dystur hjá Noah og liðfelagunum er á útivølli 27. august móti Jerv.