Fyrr í dag vóru springarar sæddir innalaga á Gøtuvík. Sýðslumaðurin, Jens Jensen, upplýsti fyri Eysturoyarportalinum fyrr í dag, at avgerð var tikin um at merkja springarnar, og at ætlanin var, at tað skuldi gerast á sandinum í Syðrugøtu, men í staðin blivu tey riknir inn á sandin í Norðragøtu.
Fitt av fólki stóð á bakkanum eygleiddu, meðan bert tveir hvalir vóru merktir. Sum skilst vóru eisini nøkur umboð fyri Sea Shepard til staðar og eygleiddu.
Eysturoyarportalurin var og tók nakrar myndir.








































