Fjøruvegurin í Saltangará hevur verið ávegis í fleiri ár. Og nú byrjar at hómast ein endi, hóast nakað er eftir at gera áðrenn hann er klárur endamálið – nemliga at avlasta vegin gjøgnum Glyvrar, Saltangará og Runavík. Serliga er tað tunga ferðslan, sum skal leiðast oman á havnarlagið.
Miðteinurin er nýggi Fjøruvegurin. Á norðasta parti av miðteininum verður nú arbeitt við at leggja verandi veg um og gera nýggja íbinding til virkið hjá Bakkafrost, Bakkavegin.
Loysnin í syðra endanum, sum er partur av ætlaðu býarmiðjuni hjá Runavíkar Kommunu, ætlar kommunan, at ein teinur á 3-400 metrar av Fjøruvegnum verður lagdur í eina lokarennu. Tað arbeiði er ikki byrja enn.
Eftir ætlan skal vegurin verða klárur at taka í nýtslu um árskiftið 2024.
Vit vóru í dag ein biltúr eftir Fjøruvegnum.