Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2023 16:56

Undirvísingargudstænastur í Eiðis prestagjaldi í heyst

Mynd: Fólkakirkjan

Fólkakirkjan

Í næstum verður skipað fyri 6 undirvísingargudstænastum í Eiðis prestagjaldi.

Undirvísingargudstænasturnar verða 2 dagar í september, oktober og november, har ið nomið verður við nakað av tí heilt grundleggjandi í okkara kristnu trúgv.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Altargongd verður eisini hvørja ferð.

Skráin:

3. september kl. 11.00 í kirkjuni við Norðskála.

Evni: Trúgvin.

24. september kl. 11.00 í Gjáar kirkju og kl. 13.00 í Funnings kirkju.

Evni: Avnoktanin.

1. oktober kl. 12.00 í Eiðis kirkju.

Evni: Lógin og evangeliið.

15. oktober kl. 12.00 í kirkjuni við Norðskála.

Evni: Játtanarritini.

12. november kl. 11.00 í Funnings kirkju og kl. 13.00 í Gjáar kirkju.

Evni: Náðimiðlarnir.

19. november kl. 12.00 í Eiðis kirkju.

Evni: Dómurin.

Eiðis prestagjald