Fríggjadagin tann 1. september var tað seinasta húsið reist inni á Høganes á Toftum.
Byggivirkið KBH, sum heldur til á bryggjuni á Toftum, byggir seks randarhús við Høganesvegin.
Fríggjadagin vóru eisini lyklarnir handaðir til eigararnar av teimum fyrstu tveimun húsunum, har tað er klárt at flyta inn í teirra nýggja heim.
Tey næstu tvey húsini væntast at standa innflytingarklár fyri jól, sigur Byggivirkið KBH.
Myndir: KBH





