Sjóvar kommuna
1. sep. vóru 20 ár síðani Tummas Johannesen byrjaði í starvi sum tekniskur leiðari hjá Sjóvar kommunu.
Tummas, sum er strandingur av Skála (ella skálamaður á Strondum) hevði tá verið í øðrum starvi í 12 ár, og sum hann sjálvur sigur, so hevði hann verðins besta starv, men valdi tó at senda eina umsókn tá Sjóvar kommuna skuldi hava nýggjan tekniskan leiðara. Tummas fekk starvið, “og tá fekk eg aftur verðins besta starv”, sigur hann.
Fyribils hevur hann so verið í hesum verðins besta starvi í 20 ár, og tað hátíðarhildu vit við einum lítlum morgunmatarborði á skrivstovuni í morgun. Borgarstjórin segði nøkur orð og handaði Tummasi eina gávu.



