Í dag var forkunnug vitjan í Leirvík, har Bamsa kom at vitja skúlan.
Dagurin byrjaði við, at næmingar og lærarar fyrireikaðu dagin. Skúlin varð prýddur bæði innan og uttan við ballónum, vimplum og bamsum. Tiltakið byraði við eini hugnaligari sangløtu, børnini sungu sera væl, og huglagið undirstrikaði kensluna av felagsskapi á skúlanum.
Síðan varð farið oman á krokkvøllin, har lærarar og næmingar dansaðu. Men dansurin varð avbrotin, tí mitt í tí heila kom brandbilurin ýlandi og í brandbilinum sat Bamsa. Hetta var spennandi. Bamsan kom út úr brandbilinum og børnini fingu høvi at heilsa upp á hana. Eisini tosaði Bamsa við børnini, hvussu umráðandi tað er at virða hvønn annan og vera góð við hvønn annan.
Bamsa umboðar tey fýra virðini: Virðing, tolsemi, umsorgan og dirvi.
Eftir hetta gingu næmingarnir aftur til skúlan, har tey vórðu avmyndað saman við Bamsu.
Síðan dansaðu tey limbo og til seinast fingu børnini “Betri vinir” køku, poppkorn og sunkist, sum vaskikonurnar serveraðu.
Dagurin markerar at nú byrjar skúlin at arbeiða við “Betri vinir”. “Betri vinir” er eitt átak sum fyribyrgir happing, við at skapa sterkar og sunnar felagsskapir.
Myndir: Áki Dyssegaard












