Skrokkurin hjá nýggja Finnur Fríða er um at verða klárur at sleipað til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.
Ætlanin er at sleipa skrokkin úr havnabýnum Gdansk í Póllandi í morgin, og verður hann so í Skagen antin sunnukvøldið ella mánamorgunin, upplýsir P/F Varðin fyri Eysturoyarportalinum.
Skrokkurin er 88 metrar langur og knappar 17 metrar breiður.
Á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen skal skipið gerast liðugt, sumso eftir ætlan verður latið P/F Varðanum í mars komandi ár.
Kostnaðurin fyri nýggja Finnur Fríða fer at liggja um 350 milliónur krónur.
Myndir: P/F Varðin



















