-Líka síðani eg á ungum árum hjálpti abba mínum, Engelbreth Hansen, at smíða kappróðrarbátar, havi eg havt hug til sjálvur at fara undir hetta gamla handverk.
Hetta sigur, leirvíkingurin John Høgnesen, sum er búsetandi í Norðragøtu og sum eisini er formaður í kappróðarafelaganum Tindur, í Eysturkommunu.
Hann byrjaði sítt virksemið afturi í 2021, tá ið fyrsti kjølurin var strektur. Og longu í dag, einans tvey ár seinni, hevur hann smíða ikki minni enn 10 bátar.

John Høgnesen hevur tað ikki frá ongum. Bátasmíð liggur í blóðinum. Abbi hansara í Fuglafirði var bátasmiður og smíðaði fleiri bátar. Eitt nú smíðaði hann í 1990, kappróðrarbátin “Leirvíkingur” hjá leirvíkingum, sum t.d. vann fleiri stevnusigrar hjá kvinnunum.
Eisini smíðaði abbin Stráluna av Strondum, Snoprikk úr Hvalba og Fuglfirðing úr Fuglafirði.
Í dag heldur heldur abbasonurin, John Høgnesen og felagið hjá honum ÍVF Bátasmíð Høgnesen, til í einum vinnubyggningi á Tórðargøtu 16 í Norðragøtu.
Tá ið vit hitta John, er hann í fer við at smíða sín kappróðrarbát nummar 10. Eitt 8-mannafar til kappróðrarfelagið Tindur, sum hann er sjálvur formaður í.
-Líka síðani eg á ungum árum hjálpti abba mínum, Engelbreth Hansen, at smíða kappróðrarbátar, havi eg havt hug til sjálvur at fara undir hetta gamla handverk.
John Høgnesen, um bátasmíð
Hann hevur tó eisini smíða til onnur kappróðrarfeløg í landinum, sum t.d. NHR, Norðdepli Hvannasund, Stráluni á Strondum, Eiðis kappróðrarfelag og Fuglafjarðar kappróðrarfelag.
John sigur, at hann altíð hevur havt áhuga fyri bátasmíði. Men tað var ikki fyri enn fyri nøkrum árum síðani, tá ið hann var og vitjaði ein annan bátasmið, nemlig Sámal Hansen í Runavík, at tað veruliga tók dik á seg.
-Faktiskt var tað soleiðis, at kappróðrarfelagið hjá okkum í Tindi, ynskti at útvega sær nýggjan bát í 2020, men vit fingu at vita, at tað kundi ikki lata seg gera fyrrenn í 2022 ella 2023. Og tað kundi vit ikki bíða eftir.

-Eg spurdi tá Sámal (bátasmiðin), tá eg var inni á gólvinum hjá honum, um hann ikki kundi siga mær frá, tá hann fór at arbeiða við einum báti. Og mín sann, um hann ikki ringdi til mín hvørja ferð, tá ið hann fór í hjallaran at arbeiða uppá ein bát.
-So eg koyrdi út til Runavíkar beinanvegin hann hevði ringt, og stóð so uppiyvir honum og eygleiddi hvussu hann arbeiddi. Onkuntíð tók tað 2-3 tímar eg stóð har. Aðrartíðir tók tað kanska ein heilan dag ella meira, meðan av og á, so vardi tað bert í 15-20 minuttir, so gavst hann aftur og tímdi ikki meira tann dagin.
-Men tað var ógvuliga læruríkt, og eftir at hava eygleitt hansara arbeiðið í eina tíð, so fór eg til hús og bygdi mær eitt lítið kopi av einum kappróðrarbáti. Hann stendur so her á verkstaðnum í dag, sum eitt minnið um byrjanina hjá mær sum bátasmið.

-Tú kanst siga, at eg onkursvegna var í “læru” hjá Sámal, men eftir tað, so byrjaði eg bara sjálvur, uttan nakran fakligan lærdóm, at smíða kappróðarbátar. Og byrjaði eg so fyrst at smíða bátar til okkara kappróðarafelag. Fyrsti báturin eg smíðaði var Knúkur, og síðan Geytin og Sjóherji. Seinasti báturin hjá kappróðrarfelaganum Tindur, er Bláni, sum var flotaður fyrr í ár.
-Annars havi eg eisini smíða kappróðarbátar til bæði Eiðis róðrarfelag og til Kappróðrarfelagið í Fuglafirði.
-Og eg haldi tað hevur gingið væl, um eg skal siga tað sjálvur.
John smíðar ikki bara kappróðarbátar. Hann smíðar eisini vanligar føroyskar bátar. Í fjør smíðaði hann bátin til altjóðafelagsskapin Kiwanis, sum var lutaður vekk á ólavsøku.
Í verandi løtu eru tveir føroyskir bátar á bíðilista, sum skulu gerast, sigur John.
Eisini hevur hann fingist við, at umvælt ymiskt á gomlum bátum, sum fólk eru komin inn á verkstaðið við.
-Eg geri so at siga alt, bæði smíðið nýggjar bátar, kappróðarbátar og føroyskar bátar. Og umvæli eg eisini bátar sum hava tørv á tí. Eg haldi hetta er eitt sera spennandi arbeiðið. Og sjálvandi er tað eisini gleðiligt, samstundis, at kunna varveita okkara føroyska bát og bátasmíð.

Tað er heldur ikki so løgið, at formaðurin og bátasmiðurin er so væl nøgdur í hesum døgum.
Tí á ólavsøku vann Geytin hjá kappróðrarfelaganum Tindur, ein bátur sum John sjálvur hevur smíða, føroyameistaraheitið í 5-mannafør dreingir 14-16 ár.
Hetta var eisini fyrsta føroyameistarheitið hjá teimum í Eysturkommunu og hjá bátasmiðinum sjálvum.
So nú er spurningurin bara, um fleiri føroyameistarar verða at síggja í framtíðini, sum eru smíðaðir á verkstaðnum hjá John Høgnesen í Norðragøtu.
