Petur Knudsen, byrjaði inni fyri fyrstu ferð í gjár, fyri nýggja felag sítt El Paso Locomotive, tá ið hann og liðfelagarnir vunnu ein týðandi 1-0 sigur á útivølli móti Las Vegas Lights FC.
Sigurin ber í sær, at El Paso Locomotive nú er á 7. plássið og liggja aftur í play-off plássunum, har kappast verður um at rykkja upp í MLS, sum er besta deildin í USA.
Petur og El Paso skulu longu í eldin aftur leygarkvøldið, tá ið teir skulu møta oddaliðnum í Western Conference deildini Sacramento Republic FC á útivølli á Heart Health Park.
Hæddarpunkt frá dystinum kunnu síggjast her:
