Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.09.2023 10:01

Mistu á stokkinum

Mynd: FSF

Føroyska U16 landsliðið hjá monnum, sum í hesum døgum er við í kappingini Pinatar Cup 2023 í Spanina, leikti fyrsta dystin í gjár móti Skotlandi.

Føroyska liðið kom aftur um 1-0 tá ið 32 minuttir vóru leiktir og var tað eisini støðan í hálvleikinum. Men tá 55. minuttir vóru leiktir javnaði Føroyar. Tað var Rasmus Helgason sum skoraði føroyska málið. Støðan helt sær heilt til 88. minuttir vóru leiktir, tá fingu skota mál, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið..

Føroysku dreingirnir stríddust manniliga og vóru áheppnir ikki at fáa ein javnleik í fysta dystinum.

Liðið:

Tróndur Sjúrðarson

Silas B. Joensen

Rani Johannesen (L)

Rasmus Helgason

Eyðtór E. Joensen

Dávid Høgnason Viderø

Mattias Trygve Møberg

Rasmus Emil Poulsen

Kasper Jonhard Jensen

Benadiktus Olsen

Jeffry Dulavík Berg

Bonkurin:

Ragnar Heinason -Jens Eiler Samson – Páll Muller -Kristian Jacobsen – Djóni Sivertsen – Jógvan í Skála – Jógvan í Lon

Venjari: Fróði Benjaminsen

Fyrstu 11 móti Skotlandi (Mynd: FSF)