KA Akureyri vann í gjár ein trivaligan 4-2 sigur á útivølli móti Fylkir á Würth vøllinum.
Við føroyskum eygum var tað áhugavert at síggja, at Jóan Símun Edmundsson og Pætur J. Petersen byrjaður báðir saman í álopinum.
Sigurin merkir, at KA Akureyri nú bert manglar eitt stig í trimum teimum seinastu dystunum at vinna niðara endaspælið í Úrvalsdeildini.
Jóan Símum leikti næstan dystin. Hann var útskiftur í 87. minuttir, meðan Pætur var útskiftur í 63. minutti.
Komandi dystur hjá KA Akureyri er longu nú hósdagin 28. september á heimavølli móti ÍBV.