Tað var føroyingaruppgerð á skránni í íslendsku bestu deildini í kvøld, tá ið Breiðablik við Klæmint A. Olsen frá byrjan í álopinum, tók ímóti nýkosnu meistarunum Víkingur Reykjavík og Gunnari Vatnhamar.
Hóast tað ikki var tað heilt stóra at spæla um nú meistaraheitið er avgjørt, so var ikki spart uppá krútið.
Og tað gjørdist eisini ein spennandi, vælleiktur og til tíðir eisini hartleiktur dystur, har Breiðablik dró tað longsta stráðið. Heimaliðið úr Kópavogi vann 3-1 eftir at hálvleiksstøðan var 2-0 og heldur sostatt fast um 3. plássið.
Klæmint átti næstseinasta fótin á til 1-0 málið, sum Viktor Karl Einarsson skeyt. Meðan Gunnar hevði eitt rimmar skot sum brast í tvørstongini og útaftur í spæl, tá støðan var 0-0.
Klæmint leikti 68. minuttir áðrenn hann var útskiftur, nokk við tí tøttu dystarleikskránni í huga. Meðan Gunnar leikti allar 90. minuttirnar fyri Víkingur Reykjavík.
Komandi dystur hjá Breiðablik er hósdagin 28. september á útivølli móti Valur, meðan Víkingur Reykjavík sama dag tekur ímóti FH Hafnafjørði.