Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.09.2023 18:40

Bagge liðugur í NSÍ

Savnsmynd (Mynd: Bjarni Enghamar)

Tað váttar NSÍ kvøld.

Felagið hevur sent soljóðandi skriv:

“Besta mansliðið hjá NSÍ hevur, sum kunnugt, longu tryggjað sær sætið aftur í bestu deildini. Sáttmálin millum NSÍ og Sámal Erik Hentze gongur út eftir hetta kappingarárið.

Partarnir eru longu nú samdur um, at Sámal Erik ikki verður venjari hjá NSÍ næsta kappingarár. Sum avleiðing av hesum – nú uppflytingin longu er tryggjað – eru partarnir eisini samdir um, at Sámal Erik ikki stendur á odda fyri NSÍ seinastu fýra dystirnar í ár.

Vit vilja við hesum takka Sámal Eriki fyri hansara góða arbeiði fyri NSÍ. Uppgávan er loyst til fulnar, nú uppflytingin longu varð tryggjað, tá fimm dystir vóru eftir at spæla.

Christian Høgni Jacobsen hevur ábyrgdina av besta mansliðnum restina av kappingarárinum.”