Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík tóku í kvøld ímóti FH Hafnafjørði á Víkingsvöllur.
Útiliðið frá Hafnafirði, sum áðrenn dystin lá mitt á stigatalvuni, tók, heldur óvænta leiðsluna í 31. minutti. Tað sást eisini aftur, at Víkingur Reykjavík ikki hevði tað heilt stóra at spæla fyri. Og tað var heldur ikki fyri enn at ein leikari hjá FH Hafnafirði fekk seinna gula kortið, og harvið ein maður minni, at Víkingur Reykjavík kláraði at hála ein 2-1 sigur í hús móti endanum av dystinum.
Gunnar Vatnhmar leikti allan dystin fyri nýkosnu meistararnar.
Klæmint A. Olsen byrjaði á bonkinum fyri Breiðablik, tá ið teir vóru á vitjan á Origo völlinum hjá Valur. Valur vann dystin 4-2, eftir at Breiðablik hevði verið á odda 1-0.
Klæmint var innskiftur í 78. minutti.
Við sigrinum hevur Valur sikra sær 2. plássið í Úrvalsdeildini, meðan Breiðablik enn er á 3. plássið, bert 1 stig frammanfyri Stjarnan, nú tvey umfør eru eftir at leika.