Sunnudagin 29. oktobur kl. 15.00 verður skipað fyri einum stuðulstiltaki í bygdahúsinum á Strondum.
Har verður møguleiki at hoyra nógvan góðan sang við millum øðrum:
Magna Christiansen
Lisu og Silju Frederiksberg
Markus Olsen
Stranda sangkóri
Harmonikuvinum
Svein í Prestgarði
Jan Jacobsen
Terja B. Vestergaard
Eisini verður felagssangur
Møguleiki verður at lata eina peningagávu til felagsskapin Tæn Afrika, ið er ein missiónsfelagsskapur, ið arbeiðir við fleiri verkætlanum í Etiopia, Liberia og Suðurafrika.
Lesast kann meira um felagsskapin á facebook Tæn Afrika.
Eftir tiltakið verður kaffi á skránni.