Samrøða við Jákup Brúsá, sum gjørdist aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónuni í summar.
Vit kenna hann nokk best sum serfrøðingin innan talgilda marknaðaføring. Hann hevur átt egna fyritøku síðani 2014, har hann hevur tikist við marknaðarføring, ráðgeving og skeiðsundirvísing innan talgilda marknaðarførslu.
Jákup Brúsá, er 36 ára gamal, er búsitandi á Argjum saman við konu síni Lív og dóttrini Vón.
í summar broyttist dagligdagurin hjá honum. Ein telefonuppringing gjørdi, at talgilda marknaðarføringina var skift út við aðalskrivarastólin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
–Eg hevði slett ikki vænta hetta, sigur Jákup Brúsá við einum brosi, nú Eysturoyarportalurin hevur hitt hann á skrivstovuni í Nesvík.
Jákup Brúsá var settur sum aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini tann 1. september, eftir at Andrias Magnussen, ið hevði verið aðalskrivari seinastu fimm árini valdi at gevast.
-Eg segði við hann í telefonini, at eg mátti hugsa um tað. Hetta var seint í juni mánað. Eisini segði eg við hann, at hann skuldi ikki rokna við mær, tí í útgangspunktinum fór eg ikki at taka av tilboðnum.
Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónuni
–Tað var Heri Kjærbo, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, sum ringdi til mín og spurdi um eg ikki hevði hug at gerast aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Teir báðir kennast væl og hava arbeitt saman áður í ymiskum sambandi.
-Eg segði við hann í telefonini, at eg mátti hugsa um tað. Hetta var seint í juni mánað. Eisini segði eg við hann, at hann skuldi ikki rokna við mær, tí í útgangspunktinum fór eg ikki at taka av tilboðnum.
Áðrenn hesa uppringing hevði Jákup havt nógvar ætlanir við fyritøkuni hjá sær, og um hvussu hann kundi veksa um hana. Men nú bleiv alt vent á høvdið.
-Eg helt at tilboðið frá honum var spennandi, men føldi ikki at tað sampakkaði við tað arbeiðið eg hevði, hóast tað arbeiðið innan Heimamissiónina er nakað sum eg altíð havi verið sera góður við og hava verið aktivur har síðani eg var ungur, bæði í Leirvík og eisini síðani eg flutti til Havnar í 2018.
Jákup starvaðist sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini frá 2008-2010. Síðan hevur hann verið parttíðarsettur sum samskiftisfólk í felagsskapinum í 8 ár.
Hann er eisini næstformaður í stýrinum og formaður í ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum í Havn.
Sjálvbodna arbeiðið hevur fylt nógv í lívinum hjá Jákup og konuni Lív. Tey hava verið virkin í nógv ár í ungdómsarbeiði, bæði í Leirvík og nú í Tórshavn.
-“It grew on me”, sum onglendingar siga.
-Kristiliga arbeiðið hevur altíð verið eitt hjartamál hjá mær.
Eftir at hava hugsa meira um hetta, við nógvum svøvnleysum náttum, og nógvum bønum, so føldi hann bara meira og meira, at hetta var tað rætta starvið fyri hann og føldi hann eisini, at hetta var eitt kall frá Gudi.
-So eftir nakað av umhugsunartíð, valdi eg at taka av tilboðnum. Nakað sum eg eri ótrúliga glaður fyri í dag.
Men tá avgerðin var tikin, so var hin “trupulleikin” fyritøkan hjá honum. Hvat skuldi hann gera við hana? Hana kundi hann ikki bara sleppa.
-Tíðanbetur, so havi eg nógv gott fólk rundanum meg, sum koyra fyritøkuna víðari, uttan at eg havi nakað við tað dagliga at gera. So har eri eg ótrúliga heppin, má eg siga.
-So í dag, so siti eg fyri tað mesta her á kontórinum í Nesvík, meðan fyritøkan livur sítt egna lív uttan meg, hóast eg eri tøkur nær tað skal verða, um so er brúk fyri míni hjálp ella royndum. Eg setti ein nýggjan stjóra, Robert Sivertsen, til at reka fyritøkuna víðari.
So nú er tað fyri tað mesta missiónsarbeiðið, sum hann hugsavnar seg mest um.

-Her eru sera nógvar møguleikar í hesum arbeiðinum. Men tað fer at taka tíð at fáa alt gjørt, tí hetta er ein stórur felagsskapur við ymiskum fólki. Og fyri tað mesta rikið av sjálvbodnum fólki, bæði við arbeiðsorku og pengum.
-Eisini síggja vit tíðanverri at sjálvbodna orkan er minkað seinastu árini, ikki bert hjá okkum. T.d. var ein fulltekna summarlega í ár avlýst, tí at tað fekst ikki nokk fólk til at standa fyri leguni.
Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónuni
Grundarlagið er gott, sigur Jákup. Tað eru nógv sjálvboðin fólk, sum gera eitt megnar arbeiðið. Nógv ágrýtin fólk sum fáa alt at bera til, bæði tá tað snýr seg um tað dagliga virksemið, men eisini tá tað kemur til legur og onnur tiltøk.
Men samstundis er tað tíðanverri ein tendensur, at talið av fólkum sum eru á legum, er minkandi. Tað sæst á tølunum, um samanborið verður við tey seinastu 5-10 árini, sigur hann.
-Tað er ein ávaringarlampa sum lýsir hjá okkum og tað mugu vit fáa gjørt nakað við. Serliga eru tað tølini á ungdómslegum, sum er minkað nógv samanborið við árini frammanundan.
–Tilboðini eru nógv hjá hesum aldursbólkinum, bæði við stevnum, festivalum, ítróttartiltøkum osv. So tað er onkursvegna skiljandi.
-Eisini síggja vit tíðanverri, at sjálvbodna orkan er minkað seinastu árini, ikki bert hjá okkum. T.d. var ein fulltekna summarlega í ár avlýst, tí at tað fekst ikki nokk fólk til at standa fyri leguni.
-Tað var ótrúliga keðiligt, sigur Jákup.
Men til tað meira jaliga, sigur Jákup. So er leguhúsið nærum altíð fult bookað. Einans nøkur fá vikuskifti komandi ár eru tøk. Annars er alt fult teknað fyri 2024.
-Her er altíð aktivetetur í vikuskiftinum av alskyns slag; legur fyri børn, familjur, ung, menn, kvinnur, eldri osv.
-Tá hetta er sagt, so stendur leguhúsið tó ofta tómt mitt í viku. So har er ein møguleiki at gera okkurt har. T.d. kundu vit leiga tað út til ymisk tiltøk, tað kann vera setursskúlar, at ítrótttarfeløg koma á venjingarlegu, til fyrilestrar, konsertir, familjudagar ella okkurt heilt annað. So har er ein møguleika at útnytta umstøðurnar hjá húsinum enn betur.
Annars sigur Jákup, at tey hava ótrúliga nógv og trúføst fólk, sum stuðla Kirkjuligu Heimamissiónini.
-Alt arbeiði verður fíggja við gávum, stuðlum og tí inntøkum sum húsið og missiónsarbeiðið gevur. Hetta er alt við til, at virksemið kann mennast og halda áfram. So um fólk hava hug til at stuðla, so kunnu tey fara inn á heimasíðuna hjá Kirkjuligu Heimamissiónini www.mission.fo og velja ‘Gev Gávu’, sigur Jákup at enda.