Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.10.2023 09:12

Strandingur longt við Víking

Jákup Johanssen hevur longt við Víking (Mynd: Víkingur)

Víkingur og strandingurin Jákup Johansen hava longt sáttmálan við tveimum árum.

Soleiðis verður Jákup, sum nú er vorin 30 ára gamal, at síggja í ljósabláu troyggjuni eisini tvey tey komandi árini.

Jákup kom til Víking frá Skála í 2020 og hevur tilsamans leikt 113 dystir og skotið 33 mál fyri felagið í Eysturkommunu.