Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.10.2023 09:41

Eysturoyggin fær sunnudagsfótbólt í 2024

Víkingur vann silvukrónurnar í gjár. Mynd: Egin Tollaksson Kass

Víkingur, NSÍ, ÍF, Skála, B68 og EB/Streymur verða øll at síggja í Betri deildini hjá monnum í 2024. Hetta gjørdist greitt í gjár, eftir eitt langt og drúgt kappingarár.

Liðini í Runavíkar kommunu, NSÍ og Skála, gjørdu sína skyldu í 1.deild og vístu rættuliga skjótt, at tey ikki hoyra heima í næstbestu deildini, og var tað ongantíð nakar ivi, at tey fóru at verða aftur at síggja í bestu deildini í føroyskum fótbólti komandi ár.

Skála vann 1.deild, meðan NSÍ gjørdist nr. 2.

ÍF og fuglfirðingar megnaði at halda sær í deildini, hóast tað til tíðir sá svart út, bæði tá tað kom til hugburð og úrslit. Men á næstseinasta leikdegi vunnu teir týdningamikla 1-0 sigurin, í Fløtugerði, á nærmasta kappingarneytanum í niðurflytingarstríðnum, TB, við brotsparkið í seinasta minutti. Ein sigur, sum so at siga tryggjaði teimum sætið í bestu deildini fyri 2024.

ÍF endaði á 8. plássið við 20 stigum, 2 stig fleiri enn AB á næstaftasta plássið.

B68 spenti bogan áðrenn kappingarbyrjan og setti sær høg mál. Tosað var um, at kappast skuldi um 4. plássið í 2023. Hóast tað ikki eydnaðist at røkka hesum, so er felagið komið í ársins steypafinalu, fyri fyrstu ferð síðani 1995, har teir skulu møta HB komandi leygardag. So enn er møguleiki at vinna sær evropeiska luttøku fyri 2024.

B68 endaði á einum 7. plássið við 23 stigum.

EB/Streymur, hybrid-liðið sum er heimahoyrandi bæði í Eysturoy og Streymoy, var sum so ongantíð í vanda at flyta niður. Við einum royndum venjara í Sigfríði Clementsen og einum hópi við nøkrum royndum leikarum, vóru teir solidir allanvegin, har teir vunnu sigrar á liðum, sum teir á stigatalvuni helst skuldu kappaðust við. Hóast hetta, so haltaði til tíðir, og størsta tapið í hesum kappingarárinum, 8-0 í Sarpugerði fyri fáum døgum síðani, vísti, at enn manglar nógv í at koma uppaftur har tað er stuttligt at verða hjá eiðis- og sundalagsmonnum.

EB/Streymur endaði á 6. plássið við 25 stigum.

Felagsliðið úr Eysturkommunu var stóra jaliga íkasti hetta kappingarárið. Hóast sera tungir í upptrekkinum fyrstu mánaðirnir í kappingarárinum, har teir skuldu hava nakað av tíð at “finna seg sjálvar” eftir stóra frágongdina. So megnaðu teir at gera øllum fótbóltsserfrøðingum til skammar og endaðu teir kappingarárið við heili 13 sigrum á rað. Ein sigursrøð, sum byrjaði í 18. umfarið við einum 2-1 sigri móti føroyameistarunum KÍ, í Sarpugerði tann 11. august, og endaði í gjár við einum 2-1 sigri, aftur móti KÍ, hesuferð í Klaksvík, sum samstundis eisini máttu leggja rygg til fyrsta tap á heimavølli síðani 2020.

Víkingur endaði á 2. plássið við 60 stigum, einans 7 stig færri ein KÍ.