Tað var á várið í 2021, at Tjóðsavnið fór í gongd við eitt fornfrøðiligt forkanningar- og skrásetingararbeiði á Toftamørk í Syðrugøtu og gjørdi eitt sera forvitnsligt fund í bønum.
Hetta var eftir umbøn frá nøkrum eldsálum í lokaløkinum, ið ynsktu at víðka um vitanina um fornminnini í Syðrugøtu.
Millum manna í bygdini hevur tað altíð verið kent, so leingi fólk veit um, at einaferð í fyrndini hevur ein garður, verið á “Toftamørk”. Men tað kundi bent á, at eftir svartadeyða, kámast hetta staðið burtur, og hevur tað bert liva í minninum hjá fólki upp gjøgnum øldirnar.

Í greinini: “Um búseting í Syðrugøtu, í sambandi við útgrevstur Norðuri á Sýn” sum Sverri Dahl hevur endurgivið eftir E. Húsgarð, bónda í Syðrugøtu frá 1952 stendur soleiðis….
“Men søgn er, at Húsbóndin (bóndin niðri við Hús) hevur búð Norðuri á Sýn, Oyrarbóndin Vesturi Í Horni, Lækjubóndin í Lækjutoftum og Ognarbóndin á Toftamørk. Húsbóndin og Oyrarbóndin eru á Húsgarði og hinir báðir í Grógv. Tvey búpláss ella býlingar kenna vit frá okkara døgum. Húsgarð og Grógv, bæði eru niðri við sjógvin. Hini fýra fyrrnevndu búplássuni eru ovalaga í bønum.”
Í Syðrugøtu finnast – umframt Toftamørk – trý onnur búpláss kring í bønum: Norðuri í Forna (eisini nevnt Norðuri á Sýn), á Lækjuni og Vestur í Horni. Øll hesi búpláss eru niðurløgd fyri 1584.
Hví øll hesi fornu búpláss liggja spjadd í bønum uttan heimrustir veit ongin við vissu. Fullfíggjað svar er ikki møguligt at geva í dag; men møguliga verður spurningurin loystur, um ella tá øll búplássini eru rannsakað og sammett hvørt við annað.
Í Føroyingarsøgu er tað áhugavert at lesa at »Tróndur leigaði heimajørðina í Gøtu burtur til nógvar menn og tók so høga leigu, sum kundi fáast«.
Freistandi er at seta hesi nevndu búpláss í samband við hetta brotið úr Føroyingasøgu.
Hetta fornminni “Toftamørk” finnst skrásett á fornminnalistanum og kortinum yvir friðað jarðføst fornminni á Tjóðsavninum, men er ikki áður skrásettt við geofysiskum tólum, sum eitt nú GPR (Ground Penetrating Radar).
Toftamørk liggur niðanfyri Garðagøtu 6, 44 m yvir havinum. Hon hevur ligið sunnanfyri gamla Mannavegin, og beint innanfyri gamla bøgarðin.

Á kanninginum sum Tjóðsavnið gjørdi byrja fornleivdirnar av toftini at hómast í tíðarflísunum á 34 cm dýpi.
Á 85 cm dýpi byrjar møguliga toftin í eystursíðuni á økinum at gerast týðilig. Tað kundi líkst einum bygningi í eggklingrutum skapi, møguliga við dupultlagaðum veggjum.

Í útsynningshorninum á økinum sæst harumframt umhvarvið av einum ferhyrntum fráviki, við árundaðum hornum; tó er signalið kámt og linjurnar tunnar, og ikki er víst, at hetta er nakað fornfrøðiligt.
Tað einasta, ið sæst týðiliga á 95 cm dýpi er møguliga toftin í landsynningshorninum á økinum. Á hesum dýpinum gerst hon meira kantut, við beinari linjum, og møguliga síggjast enntá rúmdeilingar í henni.
GPR kanningarnar í Syðrugøtu góvu nøkur áhugaverd úrslit, og undirstrika samstundis virðið á GPR kanningarháttinum í føroyskum umhvørvi.
Dýpið á toftini (85-110 cm undir svørðinum), samstundis at skapið á henni er eggklingrut, kann benda á, at hetta er ein toft frá fyndar tíð.
Til støddar sæst at toftin er 16m long og 9m breið.

Góð útlit eru sum sagt fyri, at ein toft liggur á Toftamørk, og fleiri fornfrøðiligar forkanningar, við eitt nú borðiroyndum og royndargrevstri, kundu sannlíkt givið einari neyvari ábending um hetta veruliga er ein áhugaverd húsatoft.
Eisini kundi verið munagott at gjørt aðrar fornfrøðiligar forkanningar, serliga í teimum økjum, har ivamál er um tað veruliga eru fornleivdir, ið síggjast á GPR myndunum.
T.d. kundu boriroyndir givið eina klárari mynd av um moldfláirnar innihalda spor eftir mannavirksemi og møguliga hvat og hvussu umfatandi virksemi hevur verið á hesum økjum, men til hetta arbeiðið krevst meira fígging. Nakað sum Tjóðsavnið ikki klárar at lyfta sjálvt, sigur Tjóðsavnið at enda.
Kelda: Tjóðsavnið
