Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2023 08:54

Hesir umboðaðu B68 seinast í finaluni

B68 liðið frá 1994 (Mynd: B68)

Tað eru liðin 28 ár síðani B68 seinasta var í finaluni um Løgmanssteypið.

Tað var tann 16. august í 1995, tá ið B68 hevði vunnið seg allan vegin í finaluna, har teir møttu favorittinum úr HB.

Í hálvfinalunum, hevði B68 fyrst vunnið ein trivaligan 0-3 sigur á KÍ í Klaksvík, meðan teir í seinnu hálvfinaluni á heimavølli, mundu mist alt fyri borð, tá ið teir taptu 0-2 á Svangaskarði.

Finaluna tapti B68 3-1 á ovara vølli í Gundadali. Einsamalla málið hjá toftamonnum skeyt Aksel Højgaard, tá ið hann minkaði til munin 1-3 í 78. minutti.

Á liðnum hjá B68 tann dagin í 1995 byrjaðu hesir:

Komandi leygardag møtast hesi somu liðini so aftur. Hesuferð á Tórsvølli. Dysturin byrjar kl. 17.00.

Kelda: Faroesoccer.com

Spjaldur