MEST
Tað vóru ikki sørt spennandi myndir, tá ið nýggja 30 m3 buffara- og kølikari, “Twister”, var flutt til laksavirkið MOWI á Strondum.
Hetta skrivar MEST á heimasíðu síni, nú laksavirkið Mowi á Strondum fekk eitt nýtt laksakar í vikuskiftinum, har neyðugt var at løgreglan fylgdi við á túrinum umvegis undirsjóvartunnil millum Runavík og Strendur.
Karið verður brúkt til buffara, køling og útbløðing av laksi – til tess at fáa ta bestu góðskuna, skrivar MEST.
MEST lat í desember eitt líknandi buffara kar til Bakkafrost – tó nakað minni enn hetta.
Sí myndir sum Ólavur Frederiksen tók



