NSÍ
– Vit kunnu við gleði kunngerða, at NSÍ og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon verður fysiskur venjari hjá NSÍ kvinnum komandi kappingarár.
Hetta skrivar fótbóltsfelagið NSÍ á heimasíðu sínari.
Malene er útbúgvin fysioterapeut og starvast til dagligt í Fysiogym.
– Vit í NSÍ ynskja henni hjartaliga vælkomnari, ljóðar tað frá NSÍ.