Ný samanlagda felagið EB/Streymur, sum var ein samanrenning av EB av Eiðið og Streymur frá Streymnesi, vann seg heldur óvænta upp í bestu deildin í 1993.
Undan síðsta umfari í 2. deild, sum næstbesta deildin tá æt, sá tað ikki so ljóst út. Men tá ið EB/Streymur vann heili 7-0 á MB á Mølini á Eiði, meðan hvalbingar og Royn óvænta vunnu á sumbingum, so gjørdi tað, at EB/Streymur yvirhálaði Sumba, og tók 2.plássið og fluttu upp í best deildini saman við NSÍ tað árið.
Sí forkunnugan film frá seinasta dystinum á Eiði í 1993
Jákup Wenningstedt Hansen (YouTube)