Dupultkonsert við Døgg Nónsgjógv og Konsørn verður leygarkvøldið 25. november kl. 20.30 í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum.
Atgongumerki til konsertina kosta kr. 200, og kunnu keypast her.
Døgg Nónsgjógv hevur júst latið EPina “Døggfallin” úr hondum, og fer til konsertirnar at framføra nýggju løgini, umframt nøkur av eldru løgunum. Nýggja útgávan er innilig, erlig og kensluborin, og leggur intima ljóðmyndin, og ráu erligu tekstirnir, upp til persónligt samband við lurtaran – eins og samrøður millum vinir um trupul evni.
Við sær á pall hevur hon Høgna Lisberg á guitar, Jan Rúna Poulsen á elektronik og slagverk, og Mattias Kapnas á klaver.
Framførsla av lagnum “Okkara farvæl” sæst her.
Konsørn er ein sonisk duoverkætlan mannað av Jan Rúna Poulsen og Mattiasi Kapnas. Konsørn byrjaði á Christianshavn, har teir báðir limirnir vóru grannar. Síðan er bólkurin afturkomin til Føroya at búgva og virka. Fyrsta útgávan, “1418”, varð útgivin á sumri í 2022.
Mattias og Jan Rúni hava báðir lisið á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn á ávíkavíst klassiskum klaveri og klassiskum slagverki.
Tónleikurin er instrumentalur og eyðkendur av einari leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk sløg av klaveri og slagverki umframt til tíðir stórum ísletti av elektronikki.
Framførsla av lagnum “Bei” sæst her.
Sterka og stemningsfulla huglagið verður í hásæti hetta kvøldið á Strondum, tá Døgg Nónsgjógv og Konsørn trýna á pallin í bio-salinum.