B68 boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt nýggjar sáttmálar við tveir av lokalu leikarunum, har annar byrjaði inni í steypafinaluni fyri viku síðani.
Aron R. Hansen, sum er 19 ára gamal, hevur veruliga bitið seg fastan á besta liðnum seinastu tíðina og leikti hann eisini ein góðan dyst í miðverjuni í ársins steypafinalu.
Hann hevur skrivað undir fyri tvey tey næstu árini.
Á heimasíðuni hjá B68 sigur hann soleiðis:
“Eg havi trivist sera væl síðan eg skrivaði undir fyrstuferð, so eg eri sera nøgdur fyri mína avgerð. Hettar er heilt sikkurt tað rætta fyri meg og mína framtíð. Eg gleði meg at arbeiða viðari saman við hesum fantastiska hópinum
Eisini Fríði í Túni Petersen, sum er 20 ára gamal, hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið í 2 ár. Hann hevur verið ein týðandi partur av hópinum aftur í ár.
Hann sigur soleiðis við heimasíðuna hjá B68, eftir at hava skriva undir:
“Eri glaður fyri at skriva nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, og eri spentur uppá komandi ár”
