Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2023 22:15

Avgerð tikin um at fara til samráðingar við Russland fyri 2024

Savnsmynd (Mynd: Helgi Abrahamsen)

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið

Týsdagin ráðførdu løgmaður og landsstýrismenninir í uttanríkismálum og fiskivinnumálum seg við løgtingsins uttanlandsnevnd viðvíkjandi samráðingum við Russland um fiskiveiðuavtalu fyri 2024.

Svarið er viðgjørt og avgerð er tikin um at fara til samráðingar við Russland um eina fiskiveiðuavtalu fyri 2024. Lagt er upp til at samráðingarnar verða hildnar á talgildum palli í næstum.