Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.05.2023 10:56

Várdagarnir í Nes kommunu halda fram: Altjóða tiltak og intergratiónsgudstænasta

Mynd: Nes kommuna

Mikudagin 3. mai verður skipað fyri altjóða tiltaki og integratiónsgudstænastu í Fríðrikskirkjuni. Tað eru Nes kommuna og Marjun Lómaklett sum standa fyri løtunum.

Byrjað verður kl. 17.00 við forkkunnugari løtu í kirkjukjallaranum, har høvi verður at royna mat frá ymiskum matmentanum eins og kommunan bjóðar ábit.

Kl. 19.00 kallar kirkjuklokkan til integratiónsgudstænastu. Hetta er eyðvitað gudstænasta, ið er ætlað øllum. Prædikan verður á enskum, men ein samandráttur verður gjørdur á føroyskum.

Marjun Lómaklett hevur undanfarnu tvey árini virkað sum integratiónsprestur.