Víkingur
Felagsliðið í Eysturkommunu boðar í dag frá, at toppskjúttin og A-landsliðsleikarin, Sølvi Vatnhamar, hevur gjørt nýggjan 2-ára sáttmála við felagið.
Felagið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
“Av ekspertum verður hann mettur sum besti leikari í Føroyum seinastu nógvu árini. Hann hevur vunnið nógvar titlar, bæði sum einstaklingur, men eisini sum Víkingur.
Týdningurin av einum leikara sum Sølva er trupul at seta orð á. Ein leiðari, sum gongur á odda og sum vísir veg fyri okkara ungu leikarum, og so er hann eisini sera trúfastur. Sølvi hevur einans umboða LÍF og Víking, hóast nógv tilboð aðrastaðni frá. Ein stór fyrimynd fyri okkara ungu leikarar .
Tað sigst at Sølvi eldist sum vín, so hóast hann er 37 ára gamal, so ivast vit ikki í, at hann hevur nógv afturat at geva okkara felagið”