B68
Aleksandur Jensen, Bárður Jensen, Alex Mellemgaard, Karstin Clementsen, Esmar Clementsen og Hjarnar Johansen hava allir gjørt nýggan sáttmálar við B68.
Aleksander og Bárður eru teir sum hava leikt flest dystir fyri B68 í ár. Meðan veteranurin, Alex Mellemgaard, eisni hevur havt ein sera týðandi leiklut hetta farna kappingarárið.
Eisini brøðurnir Clementsen, hava havt ein leiklut hetta kappingarárið, tó ikki so nógv sum okkurt annað árið.
Meðan 19-ára gamli, Hjarnar Johansen, er ein av leikarunum, sum felagið er spent uppá til framtíðina. Hann leikti ein dyst í Betri deildini í ár.
Alex Mellemgaard sigur soleiðis við heimasíðuna hjá B68 eftir at hann skrivaði undir:
“Eg eri glaður um at kunna halda framm og spæla við B68 komandi ár. Eg veit, eg havi meira at geva av mær, enn eg havi víst í ár. Eg trívist sera væl á Toftum, og eri spentur til næsta ár. Hettar er ein ungur og evnaríkur hópur.”



