B68 boðar frá, at felagið hevur gjørt ein 1-ára sáttmála við málverjan Tórður Thomsen.
Royndi málverjin kom til B68 beint undan hesum kappingarárinum, har hann var knýttur sum málmandvenjari og skuldi hartil eisini virka sum annar málverji í felaganum.
Í ár leikti hann tveir dystir fyri Betrideildarliðið hjá B68.
Tórður er sambært Faroesoccer skrásettur fyri at hava leikt 346 dystir í føroysku bestu deildini og vunnið heili 4 FM.